Søgan

Ein kaldan vetrardag í november 2024, setti Adam Andreasen Føroya Bilasølu á stovn, og dyrnar á Hjalla 40 lótu upp stutt eftir. Endamálið var, at tað skuldi gerast lættari, skjótari og bíligari at innflyta sær ein bil, samstundis sum tað skuldi kennast trygt

Á várið 2025 flutti Føroya Bilasøla seg eisini yvir í leigubilamarknaðin. Teir fyrstu leigubilarnir fóru út á vegirnar beinavegin. Hetta var ein týðandi liður í menningini hjá fyritøkuni.

Søgan um OMODA og JAECOO byrjar hjá kinesiska bilframleiðaranum Chery Group, sum í fleiri ár hevur arbeitt við at menna nýhugsandi og álítandi bilar til altjóða marknaðin. Við vaksandi krøvum frá bilkeyparum kring heimin, ynskti Chery Group at skapa nakað nýtt – ikki bara bilar, men heilar upplivingar.

OMODA varð skapt sum eitt framkomið merki, við denti á nýmótans design, tøkni og ein dynamiskan lívsstíl. Tað er ætlað teimum, sum vilja hava ein bil, ið skilur seg burturúr og fylgir við tíðini.

JAECOO hevur sínar røtur í styrki og ævintýri. Merkið er ment til tey, sum ynskja ein robustan og álítandi SUV, ið megnar bæði býarlív og eisini torfør koyrilíkindi – við komfort og trygd í hásæti.

Saman umboða OMODA og JAECOO eitt nýtt ættarlið av bilum, har nýhugsan, dygd og altjóða ambitiónir ganga hond í hond. Tað er søgan um, hvussu ein framleiðari valdi at hugsa øðrvísi – og skapaði tvey sterk merki, ið nú vinna sær pláss á marknaðinum kring allan heim.

Í mars 2026 varð egið verkstað fingið til vega. Hetta varð gjørt í samband við, at Føroya Bilasøla fekk umboð fyri tey bæði merkini OMODA og JAECOO.

Adam Andreasen, stjóri

Tlf. +298 295 295

Vit fylgja tær allan vegin

Hjá Føroya Bilasølu ganga vit høgt uppí at veita tær tí bestu tænastuna. At keypa bil er ikki bara ein handil, men ein avgerð, sum skal kennast røtt.

Vit leggja dent á greitt samskifti, so tú altíð veitst, hvat tú fært. Vit taka okkum tíð at skilja tín tørv og hjálpa tær at finna loysnina, sum hóskar seg best til tín.

Sum umboð fyri OMODA og JAECOO bjóða vit bilar, sum sameina nýmótans design, tøkni og álítandi góðsku. Og okkara tænastur enda ikki, tá lykilin er latin – vit eru her eisini aftaná, tá tú hevur tørv á hjálp, vegleiðing ella viðlíkahaldi.

Hjá okkum snýr tað seg, einfalt sagt, um eitt: at tú hevur eina góða uppliving.

samband