Verkstaðið

Á okkara verkstaði leggja vit stóran dent á dygd, álítandi tænastu og nýggjastu tøkni. Sum umboð fyri OMODA og JAECOO hava vit serkunnleika til júst hesar bilarnar, og tryggja sostatt, at alt viðlíkahald og allar umvælingar verða gjørdar sambært forskriftum frá framleiðaranum.

Verkstaðurin er útgjørdur við framkomnari útgerð og diagnosuamboðum, sum gera tað møguligt hjá okkum at finna og loysa trupulleikar skjótt og neyvt. Okkara starvsfólk eru væl útbúgvin og fylgja støðugt við nýggjastu menningini, so vit altíð kunnu veita eina tænastu á høgum støði.

Vit bjóða alt frá vanligum service og eftirliti til størri mekaniskar umvælingar og tøkniligar dagføringar. Arbeiðið verður altíð gjørt við neyvleika og virðing fyri bilinum – og ikki minst fyri tær sum eigara.

Við regluligum viðlíkahaldi verður livitíðin á bilinum longd og virðið varðveitt. Tí kanst tú við góðari samvitsku lata bilin í okkara hendur – vit syrgja fyri, at tú ert væl koyrandi aftur, skjótari og tryggari.

Ring á tel. 295 295 ella trýst HER fyri at bíleggja eina tíð.